LANDSFELAG HANDVERKARANNA:


Limir í Landsfelag Handverkaranna eru handverkarafeløgini í Suðuroy, Sandoy, Suðurstreymi og av Skála.

SKRIVSTOVA:

Stoffalág 60
Postboks 203
FO-110 Tórshavn



FORMAÐUR:

Danial Pauli Djurhuus er formaður Landsfelag Handverkaranna

Formaðurin er at hitta á telefon 23 48 09.


NÝGGJASTU TÍÐINDINI
Semja við Fíggjarmál...
Yvirlýsing; Skatting...
Fíggjarliga støðan hjá SEV
Marknagilsdepilin útsettur
Avtala um formenn hj...

     TÍÐINDASAVN


24-04-2012

Semja við Fíggjarmálaráðið um 2011 og 2012


1. Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2011 til 1. oktober í 2013.

2. Lønarhækkanir
Tann 1. oktober í 2011 hækka allar mánaðarlønir 220 kr., og tann 1. oktober í 2012 hækka tær aftur 220 kr.

 Les meira . . .

20-03-2012

Yvirlýsing; Skatting av eftirlønargjøldum


Undirritaðu feløg vilja við hesi yvirlýsing staðiliga mótmæla ætlanunum um at broyta
skattingina av eftirlønum soleiðis, at inngjøld verða skattaði heldur enn, sum í dag, útgjøld.
Uppskotið, um at broyta skattingina av eftirlønini, er í greiðari andsøgn við pensjónsnýskipanina, sum allir politiskir flokkar hava tikið undir við. Høvuðsendamálið við pensjónsnýskipanini er at tryggja vælferðarsamfelagið, sum er undir hørðum trýsti, nú framskrivingar vísa, at talið av arbeiðsførum føroyingum verður hálverað næstu 30 árini. Við at broyta skattingina av eftirlønargjøldum, fara skattakrónur at mangla í framtíðini.

 Les meira . . .

10-02-2012

Fíggjarliga støðan hjá SEV


Um fíggjarligu støðuna hjá SEV sigur felagið í skrivi dagfest 30. januar 2012 m.a. soleiðis:
Sum ásett í ætlan felagsins fyri 2012, sum bleiv viðtikin á eykaaðalfundi tann 19. desember í fjør, skal felagið spara 10 mió. kr. í rakstrinum í 2012.

 Les meira . . .

10-10-2011

Avtala um formenn hjá Landsverki


Avtala millum Fíggjarmálaráðið og Landsfelag Handverkaranna um formenn hjá Landsverki.

 Les meira . . .

01-10-2011

Nýggj lønartalva galdandi frá 1. oktober 2011


Lønartalva pr. 1/10-2011. PDF fíla.

 Les meira . . .

20-08-2011

Lívstrygging


Limir í niðanfyri nevndu feløgum er lívstryggjaðir:
Havnar Handverkarafelag
Vágs Handverkarafelag
Skála Handverkarafelag
Føroya Prentarafelag ella
Tvøroyrar Handverkarafelag

Lívstryggingin er eisini galdandi fyri børn hjá limi, og fevnir um ávísar hættisligar sjúkur, útgjald við deyða og upphædd, sum verður útgoldin, tá limur fyllur 67 ár.

 Les meira . . .


HVAT HELDUR TÚ ?

Skulu útlenskir handverkarar hava somu løn sum føroyingar
Ja
Nei
Veit ikki


Vís atkvøðuúrslit




TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Landsfelag Handverkaranna:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.


x